Spurningar

Her fært tú svar uppá oftast settu spurningarnar til haldaraskipanina hjá BFL.

Hvussu fáa børnini bókina?

Bókin verður borin haldarunum í skúlum, forskúlum og dagstovnum. Ynskist bókin send á heimabústaðin, verður hon send í Føroyum og til útheimin eftir galdandi avgreiðslu- og postgjaldi, sum verður lagt afturat haldaragjaldinum. Nærri avtala um hetta kann gerast við at seta teg í samband við kundatænastu okkara á bms@bms.fo.

 

Er tað trygt at gjalda á netinum?

Vit nýta trygdarprokollina SSL, at fjala upplýsingar í samband við elektroniskan handil. Hetta er vanligasti og mest nýtti háttur og verður mettur at vera ógvuliga tryggur háttur at flyta pening. Á heimasíðuni http://www.betaling.dk ber til at síggja, hvussu ein SSL-gjalding verður framd.